Avloysaratúr umborð á Hvítanes t. 18.09.2020

Smyril Line søkir eftir yvirstýrimanni til avloysaratúr umborð á Hvítanesi fríggjadagin 18.09.2020.
 
Talan er í fyrstu atløgu um ein avloysratúr á 4 vikur. Møguliga verður ein túrur á 4 vikur gjørdur seinni.  
 
Starvið
Yvirstýrimaðurin stuðlar skiparanum í rakstrinum av skipinum. Yvirstýrimaðurin er arbeiðsleiðari á dekkinum og skal vera ein sjónligur persónur í dagliga arbeiðinum. 
 
Yvirstýrimaðurin hevur m.a. hesar uppgávur:
 
Skal tryggja at skipið er í sjótryggum standi
Tryggja at trygdarútgerð er viðlíkahildin og dagførd
Lasting- og lossingar virksemið og handfaring av farmi á ferðini
 
Tín vangamynd
Vit sóknast eftir einum fleksiblum persóni við fakligari vitan og persónligum eginleikum, sum hóska til leiklutin. Tað er ein fyrimunur um: 

Tú ert klárur at fara avstað longu fríggjadagin 18.09.2020
Tú hevur vinnubræv sum Chief Mate II/2 
Tú hevur øll viðkomandi skjøl og skeiðir
 
Vit bjóða
Ein spennandi avloysaratúr hjá einum føroyskum reiðaríi í vøkstri, har tú fært stóra ábyrgd og fjøltáttaðar uppgávur. 
 
Setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Skipara & Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip.
 
Starvssetan og umsóknarfreist
Starvið verður sett skjótast til ber. Umsóknarfreistin er 17.09.2020.
 
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóhan av Reyni, maritimur leiðari, á tlf 580500 ella teldupost johanavr@smyrilline.fo