Vit søkja starvsfelaga

Við vaksandi altjóða virksemi, hava vit úr at gera, og tí sóknast vit eftir starvsfelaga til okkara toll- og tænastutoymi á Smyril Line Cargo.

Í starvinum, fært tú saman við tínum starvsfeløgum, ábyrgd at veita kundum okkara eina góða og skjóta tænastu innan toll økið. Tú verður sjálvandi væl móttikin, og fær upplæring frá royndu starvsfeløgunum á deildini.

Uppgávur 

  • Tolla innflutning; bæði sjó- og flogfrakt
  • Tarifering av okkara breiða vøruúrvali
  • Ráðgeving og kunning innan tolløkið til kundar, veitarar og aðrar deildir – og loysa uppgávurnar, saman við kundum og veitarum
  • Samstarv og samskifti við lokalar og altjóða veitarar, samstarvsfelagar og myndugleikar

Førleikakrøv

  • Viðkomandi starvsroyndir innan tolling er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Kunnleiki til vøruskránna er ein fyrimunur, men ikki eitt krav
  • Tollar við skili fyri detaljunum og er ágrýtin at veita góða og skjóta tænastu til ymiskar virkarar
  • Tú trívist í einum starvi, har tolling, tænasta og samskifti er av stórum týdningi
  • Dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum
  • Telduførleikar á brúkarastøði

Setanartreytir

Setanartreytir og løn eru eftir avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, men við møguleika at tillaga til tín gerandisdag.

Umsóknarfreistin

Freistin at søkja er 25. oktobur 2021. Vit halda samrøður leypandi og starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Tú søkir starvið via frymilin niðanfyri.

Okkara toll- og tænastuleiðari, Anniku Háberg, veit meira um starvið – tú er vælkomin at ringja á tel: 239615, ella við at senda henni teldubræv á annika@cargo.fo.

Smyril Line Cargo er ein altjóða flutnings- og handilsfyritøka við skrivstovum í Føroyum, Danmark, Hollandi og Íslandi. Harumframt eru fimm handilsskip í flotanum nevniliga; Mykines, Akranes, Hvítanes, Eystnes, Mistral - og ikki at gloyma ferðafólkaskipið Norröna. Hesi sigla dagliga millum Føroyar, Danmark, Ísland, Rusland, Skotland, Norra og Holland við tí endamáli at bjóða kundum okkara eitt høgt tænastustøði til kappingarførar prísir.

Starvsumsókn