Starvsfólk til Útflutningsdeildina

Heldur tú at altjóða flutningur, flutningssamskipan og kundasamskifti ljóðar spennandi? So hevur tú nú møguleika at søkja starv í útflutningsdeildini hjá Smyril Line Cargo. 
 
Vit bjóða tær
Eitt spennandi starv, ið til tíðir kann vera krevjandi. Tú fært nógvar fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, sum í høvuðsheitum eru:  
Samskipa flutning - bæði innanlanda og uttanlanda 
Kundasamskifti, har tú veitir sølu og tænastu  
Ordramóttøka 
Avgreiða útflutningsskjøl 
 
Arbeitt verður í skiftandi vaktum.  
 
Tín vangamynd
Tú er fyrikomandi, álítandi og ágrýtin sum perónur   
Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt 
Tú er fleksibul og brennir fyri arbeiðinum 
Tú hevur góðar KT/teldu-førleikar  
Tað fellur tær lætt at tosa og skriva føroyskt, danskt og enskt 
 
Royndir innan logistikk/speditión er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.  
 
Setanarviðurskifti 
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Lønin er sambært avtalu.   
Hevur tú spurningar til starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Ivan Fossabrúgv, Søluleiðara á telefon 239611 ella e-mail: ifo@cargo.fo  

Umsóknarfreistin
Umsóknarfreistin er 24. september 2020. Umsókn og lívsrensl við meira skal sendast til ifo@cargo.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt. 
 
Smyril Line Cargo is the only shipping and freight forwarding company offering Ro/Ro service in the North Atlantic.Smyril Line Cargo offers worldwide transport solutions to and from the North Atlantic at a high service level and competitive rates. Our services are wide and includes special packages, refrigerated freight, door2door delivery, marine logistics and port agency.Smyril Line’s fleet consist of six vessels, with weekly sailings to ports in Iceland, Faroe Islands, Denmark, Norway, Scrabster, St. Petersburg and the Netherlands