Speditørlærlingur til útflutningsdeildina

Heldur tú at altjóða flutningur, flutningssamskipan og kundasamskiftið ljóðar spennandi? So hevur tú nú møguleikan at søkja lærupláss í útflutningsdeildini hjá Smyril Line Cargo, og harvið blíva ein týðandi partur av einum serkønum toymi, sum tryggjar, at føroyskar vørur verða útfluttar um allan heimin. 

Um læruplássið

Tú verður partur av einum evnaríkum og hjálpsomum toymi, ið fer at taka væl ímóti tær og læra teg upp – og í takt við lærutíðina, fært tú meira ábyrgd. Læruplássið fevnir m.a. um hesar uppgávur: 

  • Ordramóttøka, samskipan av flutningi: bæði innan- og uttanlands
  • Avgreiða útflutningsskjøl
  • Kundasamskiftið, sølu og tænastu umvegis teldupost, telefon og kundavitjanum.

Vit vænta

Vit leggja stóran dent á at veita kundum okkara eina framúr tænastu. Vit eru framsøkin, og til tíðir kann tað ganga skjótt fyri seg. Tí vænta vit, at tú ert ágrýtin, forvitin at læra og er áhaldandi, tá ið tað stendur á. Tú hevur eisini lætt at fella í prát við onnur, og dámar væl at selja.

Miðnámsprógv er eitt krav fyri at søkja læruplássið. Harumframt er neyðugt, at tú dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum. 

Setanarviðurskiftið

Lærutíðin tekur antin 2 ella 2,5 ár, alt eftir slag av miðnámsútbúgving. 

Løn er sambært sáttmála hjá S&K. Skúlagongdin er 8 vikur og fer fram í Roskilde. Eftir lokna lærutíð, ognar tú tær eina viðurkenda skrivstovuútbúgving sum speditør, ið gevur tær góðar framtíðarmøguleikar innan eina spennandi og vaksandi vinnu.

Umsóknarfreistin

Freistin at søkja er 23. juni 2021. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi og í trúnaði. Tú søkir starvið via frymilin niðanfyri, ella við at senda eina umsókn til starv@smyrilline.fo. Vinaliga viðmerk í evnisteignum: ‘Speditørlærlingur til Cargo’. Læruplássið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Hevur tú spurningar til læruplássið, kanst tú ringja til søluleiðaran á Smyril Line Cargo, Ivan Fossabrúgv, á 239611, ella á teldupost ifo@cargo.fo.


Smyril Line Cargo er ein altjóða flutnings- og handilsfyritøka við skrivstovum í Føroyum, Danmark, Hollandi og Íslandi. Harumframt eru fimm handilsskip nú í flotanum nevniliga; Mykines, Akranes, Hvítanes, Eystnes, Mistral og ikki at gloyma ferðafólkaskipið Norröna. Hesi sigla dagliga millum Føroyar, Danmark, Ísland, Rusland, Skotland, Norra og Holland við tí endamáli at bjóða kundum okkara eitt høgt tænastustøði til kappingarførar prísir.

Starvsumsókn