Please fill in the form below

If you are interested in a job at Smyril Line, you are always welcome to send us an application.

Smyril Line Cargo søkir eftir skrivstovulærlingi til útflutningsdeildina

Hevur tú eitt ynski um at arbeiða í flutnings- og handilsvinnuni og dagliga vera í samband við ymiskar føroyskar fyritøkur? So hava vit møguliga rætta læruplássið til tín.


Um læruplássið

Tú verður partur av einum dugnaligum toymi á 6 starvsfólkum á útflutningsdeildini, ið kemur at taka væl ímóti tær og læra teg upp – og í takt við lærutíðini fært tú meira ábyrgd. Vit ynskja at veita kundum okkara eina framúr tænastu og tí kunnu arbeiðstíðirnar vera skiftandi til tíðir. Læruplássið fevnir m.a. um hesar uppgávur: 

Kundasamskifti, tænasta og søla via teldupost og telefon (og eisini kundavitjanum)
Avgreiða farmabrøv, tryggingarskjøl og heilsu- og upprunaváttan við fleiri
Ordramóttøka og avgreiða onnur flutningsskjøl

Um tú hevur áhuga fyri tí, kann tú eisini sleppa at royna teg við m.a. at greina útflutningstøl og/ella at luttaka á kundavitjanum, so tú fær innlit í virðisketuna hjá føroysku útflutningsvinnuni.


Vit vænta

Vit eru framsøkin og tí kann tað til tíðir ganga skjótt fyri seg. Tí vænta vit at tú ert ágrýtin, forvitin at læra og er áhaldandi, tá ið á stendur. Tú hevur eisini lætt at fella í prát við onnur og dámar væl at selja.

Miðnámsprógv er eitt krav fyri at søkja læruplássið. Harumframt er neyðugt, at tú dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum, donskum og enskum. 


Setanarviðurskifti

Lærutíðin er 2 ella 2,5 ár í mun til útbúgving og læruplássið verður lønt sambært sáttmála hjá S&K. Skúlagongdin (8 vikur) fer fram í Roskilde. Eftir lokna lærutíð, ognar tú tær eina viðurkenda skrivstovuútbúgving innan Shipping og handil, ið gevur tær góðar framtíðarmøguleikar innan hesa spennandi vinnu.


Umsóknarfreistin

Umsóknarfreistin er 15. juni 2020. Vit viðgerða umsóknir leypandi og læruplássið verður sett skjótast til ber.

Hevur tú spurningar til læruplássið, kanst tú ringja til søluleiðaran á Smyril Line Cargo, Ivan Fossabrúgv, á 239611.

Umsókn og lívsrensl við meira skal sendast til ifo@cargo.fo. Vit gleða okkum at hoyra frá tær