THE NORTH ATLANTIC LINK

  • Faroe islands
    +298 309600
    Iceland
    +354 4702800

Stuðul frá Smyril Line

 

Hví lata vit stuðul?
Vit á Smyril Line vilja gjarna geva eina hjálpandi hond í okkara nærumhvørvið; til einstaklingar, bólkar og felagsskapir. Stuðulin til nærumhvørvið er okkara máti at gera mun har vit kunna.
 
Vit síggja stuðulin sum ein góðan máta at geva, bæði gomlum og møguligum nýggjum, vinum nakað afturfyri stuðulin sum føroyingar hava víst Norrönu ígjøgnum árini.
 
Hví vit ikki stuðla hvørjaferð!
Tá ið vit velja at stuðla ymiskum, er tað tí, at vit vilja gera ein mun har vit eru. Ístaðin fyri at vera allastaðni og ongastaðni – vilja vit veruliga vera har, sum vit eru.
 
Hetta merkir, at vit ikki stuðla somu endamálum hvørjaferð. Vit tillaga stuðulin til tey endamál, sum vit meta liggja okkum nærmast akkurát tað tíðarskeiðið.

 

Hvussu biður man um stuðul frá Smyril Line?  
Ynskja tit at biða um stuðul frá Smyril Line, vilja vit heldur enn fegin, at tit útfylla niðanfyri standandi skjal. Skriva heldur eitt sindur ov nógv – enn eitt sindur ov lítið. 
 
Hvat hendir so?
Umleið einaferð um mánaðin viðgera vit á Smyril Line tær umsóknirnar, sum koma inn, og geva tykkum svar. 


Hvør fær?
Øll, sum hava givið sær stundir til at biða um stuðul frá Smyril Line, fáa eitt aftursvar; sjálvsagt kunnu vit ikki stuðla øllum sum biða um stuðul. Velja vit at siga nei einaferð, so er bert at royna aftur. Kanska velja vit at stuðla akkurát tykkum eina aðruferð.

 

Umsóknir til tiltøk, ið liggja minni enn 2 vikur frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar.

 

 

Vinarliga heilsan
P/F Smyril Line

 

 


Umsóknarskjal

Lýsing av einstaklingi ella felagsskapi 
Bústaður 
Postsmoga 
Bygd/býur 
Kontaktpersónur 
Telefon 
Fartelefon 
Teldupostur 
Heimasíða 
 
Hví verður søkt um stuðul? 
Hvørjum tiltaki ynskja tit at Smyril Line stuðlar? 
Nær ætla tit at nýta stuðulin? 
Hvar fer tiltakið ella átakið fram? 
Hvønn fyrimun fær Smyril Line við at stuðla júst tykkum? 
Hvat skal Smyril Line lata fyri at fáa rættin at stuðla tykkum? 
Fáa tit stuðul frá øðrum?