Faroe Islands
+298 309600
Iceland
+354 4702800

Starvsfólk til Pakkhúsið hjá Smyril Line Cargo

16/07/2019

Vegna vaksandi virksemi hjá Smyril Line Cargo, leita vit nú eftir starvsfólki til okkara pakkhús á Eystaru Bryggju í Tórshavn.

 

Tú kemur at vera partur av einum royndum og sera dugnaligum toymi, sum í løtuni telur 4 starvsfólk.

 

Uppgávur

  • Tú kemur at taka tær av á- og avskipan
  • Móttøku og útflutningi av góðsi
  • Tryggja eitt gott tænastustøði til okkara kundar
  • Hjálpa til við øllum fyrifallandi arbeiði

 

Tín vangamynd

At arbeiða í pakkhúsinum krevur ymiskar førleikar, sum eru við til at skapa eitt høgt tænastustøði.

  • Tú hevur trukk koyrikort og hevur helst royndir sum trukkkoyrari
  • Tú ert tænastusinnað/ur
  • Tú setur trygd í hásæti
  • Tú kanst arbeiða skiftandi vaktir sum t.d um kvøldið og vikuskiftir
  • Hevur ein jaligan hugburð og dámar væl at arbeiða saman við øðrum

 

Løn og setanarviðurskifti

Løn er eftir Havnar Arbeiðsmannafelag (HAF)

 

Umsóknarfreist

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Olaf Fríðheim, Pakkhúsformann, á tlf.  239624 ella teldupost olf@cargo.fo

Freistin at søkja er 6. august 2019. Umsóknirnar verða viðgjørdar leypandi.

Tú søkir starvið við at at senda tína umsókn til starv@smyrilline.fo ella við at útfylla frymilin á heimasíðuni niðanfyri.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Um Smyril Line

Smyril Line eigur størsta ferðamannaskipið í Norðuratlantshavi, nevniliga Norrönu. Harumframt eru cargoskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines. Smyril Line hevur skrivstovur í Føroyum, Danmark, Ísland og Týskland. Smyril Line eigur og rekur eisini Hotel Hafnia og Hotel Skálavík, og er í holt við at byggja Hotel Brandan.

Available positions at the moment

Welcome to our website

Smyril Line Cargo is the only freight forwarding company offering Ro/Ro service between Denmark, the Faroe Islands and Iceland. M/S Norröna has weekly departures.

About us

Opening Hours

Monday - Friday: 08:00–16:00
Saturday & Sunday: closed

 

For bookings outside these hours, please send an email to: cargo@cargo.fo

Customer Service